- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lutakast um grundstykkir á Strondum
Lutakast um grundstykkir á Strondum
Í kvøld var lutakast um 28 grundstykkir á Strondum
15.08.2017 - 19:52
Í løtuni tekur tað umleið ein tíma at koyra til Havnar av Strondum, men tá Eysturoyartunnilin er liðugur í 2020 fer tað bert at taka umleið eitt korter at koyra til høvuðsstaðin.
Tað sæst eisini aftur í eftirspurninginum eftir húsum og grundstykkjum á Strondum. Seinastu tvey árini er fólkatalið vaksið úr 936 fólkum til 1022, og bara síðani juni mánaða í ár eru 22 fólk komin afturat í kommununi.
Í kvøld var lutakast um 28 grundstykkir, og nógv fólk vóru savnað á kommunuskrivstovuni.
Arthur Johansen, borgarstjóri, vil tó tryggja sær, at tey, sum fáa grundstykki á Strondum, veruliga ætla sær at byggja á tí.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV