- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skorheim: Vil samstarva um ferðasambandið
Skorheim: Vil samstarva um ferðasambandið
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu ynskir, at kommunan og landið samstarva um ferðasambandið í Kalsoynni
10.08.2017 - 19:44
Bilar standa meira enn so eftir í Klaksvík, tá silgt verður til Kalsoynna. Tað merkir, at Sam siglir fleiri eykatúrar, men onki víðari bussamband er til eykatúrarnar í Kalsoynni. So ferðafólkini, sum eru til gongu, mugu sjálvi finna útav at flyta seg millum bygdirnar í oynni.
Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, heldur, at kommunan og landið saman eiga at loysa trupulleikan sum kemst av økta ferðafólkatalinum til Kalsoynna.
Síðani Kópakonan varð reist í Mikladali 2014, er ferðafólkatalið til Kalsoynna vaksið frá 39.000 ferðafólkum til 58.000 ferðafólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV