- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hinskynd skulu heldur ikki signast í kirkjuni
Hinskynd skulu heldur ikki signast í kirkjuni
Tá broytingin í hjúnabandslógini er samtykt, fáa prestarnir tænastuboð, sigur biskupur
11.05.2017 - 21:24
Verður hjúnabandslógin broytt, kunnu borgarliga vígd ikki signast í føroysku fólkakirkjuni.
Í somu løtu, lógin er samtykt, fer biskupur at geva sóknarprestunum tænastuboð, sum hava við sær, at prestarnir hava ikki loyvi at signa hinskynd, ið eru gift borgarliga.
Prestafelagið hevur ikki umrøtt málið enn, men í januar boðaði prestafelagið løgtingsins mentanarnevnd frá, at felagið vil, at signingin heldur fram óbroytt.
Síðstu 10 árini eru 22 pør, sum eru borgarliga vigd, signað í kirkjuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV