- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spreingileidningar dálka Nólsoyarfjørð
Spreingileidningar dálka Nólsoyarfjørð
Umhvørvisstovan hevur vent sær til Tórshavnar havn um málið
09.03.2017 - 20:11
Eingi krøv verða sett fyritøkum um umhvørvisvernd, og úrslitið er m.a. dálkingin av spreingileidningum, sum sæst í Nólsoyarfirði í løtuni.
Tað sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu kannar málið, eftir at hava fingið áheitan frá einum borgara.
Á Umhvørvisstovuni, sum hevur givið havnarbyggingini í Havn umhvørvisgóðkenning, hava tey ikki aðrar viðmerkingar, enn at tey hava vent sær til Tórshavnar havn um málið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV