Eiga at hava eyguni eftir báðum flogfeløgunum

Eiga at hava eyguni eftir báðum flogfeløgunum
Finn Jensen, undirvísingarleiðari á Glasi, var gestur í Degi og Viku
11.10.2016 - 20:38

Tað er gott, at kapping aftur verður á Danmarkar-rutuni, men Kappingareftirlitið eigur at hava eyguni eftir báðum flogfeløgunum, so tey ikki steingja marknaðin fyri øðrum.

Tað sigur Finn Jensen, undirvísingarleiðari á Glasi.

Hann vísir, at Atlantsflog og SAS hava samstarvað væl, m.a. um Eurobonus-skipanina og at avgreiða viðføri í Kastrup.

Finn Jensen var gestur í Degi og Viku í kvøld og gjørdi viðmerkingar til nýggju kappingarstøðuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123