- Tíðindi, mentan og ítróttur
Røtt málsviðgerð í Fíggjarmálaráðnum
Fíggjarmálaráðið fylgdi røttu mannagongdunum, tá ráðið beindi eina innlitsumbøn til TAKS at taka støðu til, heldur enn sjálvt at viðgera umbønina.
Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina kæru um Fíggjarmálaráðið.
Kæran var frá Eivindi Jacobsen, útvarpsmanni á R 7, ið vildi hava innlit í samskiftið millum Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjarmálaráðið.
Eivind Jacobsen hevur eisini kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til Landsstýrismálanevndina, tí hon hevur starvast sum deildarstjóri hjá TF Holding, ið keypti EIK Banka.
Eivind Jacobsen vil hava at vita, um hon í tí starvinum hevði nakað við skattamálið hjá EIK at gera. Um so er, heldur hann hana vera ógegniga at hava nakað við málið at gera nú.
Landsstýrismálanevndin skal viðgera kæruna um Kristinu Háfoss á fundi í morgin.