Javnstøða er ikki millum kynini í listaheiminum

Javnstøða er ikki millum kynini í listaheiminum
Tað heldur listfrøðingurin Solveig Hanusardóttir Olsen, sum heldur at vit eiga at tosa um javnstøðu í listaheiminum
21.03.2016 - 15:00

Listfrøðingurin Solveig Hanusardóttir Olsen hevur hugt at menningini av føroyskari list í 20 øld og fram til dagin í dag, og hon kann staðfesta at hóast nógv er broytt, so er framvegis munur á listamonnum og listakvinnum.

Fyri at lýsa gongdina hevur hon valt trý ættarlið - Ruth Smith, sum varð fødd í 1913, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, sum er fødd í 1950 og Rannvu Kunoy, sum er fødd í 1975.

Solveig Hanusardóttir Olsen vil vera við at ein menning kann síggast í bókmentunum um listakvinnurnar. Tá man lesur um Ruth Smith verður oftast greitt frá hvussu hennara persónliga lív ávirkaði listina, og teimum trupulleikum ið stóðust av at sameina hesi bæði.

Bókmentirnar um Sigrun Gunnarsdóttir snúgva seg eisini um hennara persónliga lív, men í minni mun enn hjá Ruth Smith. Í samrøðum og greinum kann man lesa um hvussu hon hevur fingið íblástur frá hennara persónliga lívi, upplivingum og ferðum, og hvussu listin hjá henni ofta hevur ein móðurligan vinkul.

Hinvegin, tá ein lesur um Rannvu Kunoy verður sjálvdan sagt nakað um privata lívið hjá henni. Bókmentir, greinar og samrøður snúgva seg oftast um hennara list og yrkisleið. Sambært Solveig Hanusardóttir Olsen eru kynsleiklutirnir í samfelagnum broyttir soleiðis at kvinnurnar fyrst og fremst verða lýst sum listafólk.

Spurningurin er tó um tann grundleggjandi fatanin hevur broytt seg í eins stóran mun, tí sjálvt um munurin millum kynini er minni í dag, so mugu listakvinnur síggja í eyguni, at listamenn eru betri umboðaðir á listasøvnum, eins og listamenn fáa meira fígging úr eitt nú grunnum.

Hygg at innslagnum her:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859