Ósemja í NSÍ

Ósemja í NSÍ
NSÍ og ein av miðvallarspælarunum eru vorðin ósamd. Hákun Edmundsson vil úr felagnum, men felagið noktar
22.02.2016 - 16:33

NSÍ hevur ein trupulleika. Miðvallarin Hákun Edmundsson, ynskir sambært felagnum at vera leysgivin, hóast eitt ár er eftir av sáttmálanum. NSÍ sigur, at hóast spælarin hevur sagt, at hann ikki ynskir at umboða felagið, so sleppur hann ongan veg.

Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ, sigur, at tað kann koma upp á tal at leiga Hákun Edmundsson út til felag, sum NSÍ metir ikki klárar at kappast um evropeisku plássini.

3-2 hevur verið í sambandi við Hákun Edmundsson. Hann sigur, at hann framvegis vil finna eina semju við NSÍ, men annars hevur hann ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981