- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristina Háfoss fer ikki at viðgera skattamálið
Kristina Háfoss ætlar sær ikki inn í málið um skattafrádráttin og sigur, at tað eigur TAKS. Hon váttar, at hon hevur fingið bræv frá Fíggjarligum støðufesti um málið, og at Fíggjarmálaráðið hevur sent tað víðari til TAKS.
Men Kristina Háfoss undrast á, at Torben Nielsen, nevndarformaður, í samrøðu við Berlingske Business, vísir á eitt responsum, Eik hevur fingið gjørt, ið sigur, at sambært donskum skattarætti er skattafrádratturin í lagi, men at sama lógargrein IKKI í føroyskum skattarætti.
Torben Nielsen sigur í Berlingske Business, at "Ligningsloven § 7B er ikke implementeret i færøsk skatteret, men derfor kunne man godt forestille sig, at man vil agere, som om den var det".
Hetta undrast Kristina Háfoss á, men hon veit ikki at siga, um tað er tað, ið er hent, at TAKS hevur givið EIK skattafrádrátt eftir eini danskari lógargrein, sum ikki er galdandi í Føroyum?
Áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna, sat Kristina Háfoss í eini nevnd hjá TF Holding, ið eigur EIK Banka, men hon heldur ikki, at tað gera hana ógegniga at hava ábyrgdina av TAKS í hesum máli.