- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins fyrstuhjálparar
Ársins fyrstuhjálparar
Reyði Krossur hevur seinnapartin latið fýra fólkum heiðurin "Ársins fyrstihjálpari"
18.02.2016 - 20:19
Á eini samkomu í dag hjá Reyða krossi Føroya vóru ársins fyrstuhjálparar heiðraðir fyri framúr avrik.
Heiðurin er fyri at hava givið 14 ára gamla Karl Mouritsen skjóta lívbjargandi fyrstuhjálp. Hann fekk brádliga hjartasteðg undir einum fótbóltsdysti í Klaksvík 15. august í fjør.
Ársins fyrstuhjálparar eru: Joan Hovgaard, Laila Jacobsen, Eyðstein Poulsen og Tummas Jóhansson Lervig. Tey fáa eisini heiðurin fyri at hava skipað fyri og veitt leikarum og øðrum hjá KÍ og 07 Vestur sálarliga fyrstuhjálp.
---
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV