- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj høli og nýggjar tíðir
Nýggj høli og nýggjar tíðir
Hjálpartólamiðstøðin kann veita betri tænastu og endurvenjing
12.02.2016 - 19:47
Hjálpartólamiðstøðin í Havn er farin í nýggj og betri høli. Endamálið hjá miðstøðini er at vísa fram og læna út hjálpartól til borgarar við skerdum førleikum. Men nú ber eisini til at sleppa til endurvenjing á miðstøðini. Tað er ein fyrimunur fyri brúkaran, sigur Edvard Heen stjóri í Almannaverkinum.
Deildin Børn og Ung hjá Almannaverkinum fer eisini at halda til í nýggju hølunum, so 22 starvsfólk verða í húsinum. Fróði Sigvardsen eigur bygningin, ið Almannaverkið leigar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV