- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hermenninir eiga at fáa hjálp
Hermenninir eiga at fáa hjálp
Post traumatiskt stress syndrom kann ávirka familjurnar hjá hermonnum nógv, sigur sálarfrøðingur
29.01.2016 - 20:56
Tað hevur stóran týdning, at føroysku hermenninir, sum hava fingið post traumatiskt stress syndrom, fáa hjálp, tí PTSD hevur álvarsamar avleiðingar, sigur Tóra Petersen, Phd. í sálarfrøði.
Hon sigur, at PTSD ávirkar familjulívið, arbeiðsføri og trivnaðin í gerandisdegnum.
Tað hevur eisini stóran týdning, at hermenninir fáa viðurkenning fyri tað, sum teir hava gjørt fyri eitt land í einum kríggi. Vit skulu burtur frá hugsanini, sum hevur verið, at hevur tú PTSD, ert tú ein veikur persónur, sigur Tóra Petersen.
Hon var gestur í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV