- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býráðið í Fuglafirði í tvíningum
Býráðið í Fuglafirði í tvíningum
Borgarafundur verður um útfyllingina á vestara armi í februar
10.12.2015 - 20:40
Býráðið í Fuglafirði er í tvíningum um málið at fylla út í fjøruni á vestara landinum til íbúðarbygging.
Í februar atkvøddu fýra býráðslimir fyri og tríggir ímóti.
Sonni á Horni, borgarstjóri, sum er í minniluta og ímóti ætlanini, vil hava býráðið at taka støðu til tvær aðrar staðsetingar.
Málið skuldi koma fyri á býráðsfundi í Fuglafirði í kvøld, men tað varð tikið av skrá. Í staðin varð avgjørt at hava borgarafund um málið í februar.
Mynd: Eyðun á Lakjuni er í meirilutanum í Fuglafjarðar býráð. Hann tekur undir við ætlanini at fylla út á vestara armi til ætlaðu íbúðarbyggingina
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV