Herd krøv til drekkivatn

Herd krøv til drekkivatn
Kommunurnar skulu gera fleiri royndir av drekkivatninum, og krøvini at boða frá dálkaðum vatni eru eisini herd
14.09.2015 - 19:42

Tað er helst orsøkin til, at vit fleiri ferðir seinastu tíðina hava hoyrt um dálkað drekkivatn. Herdu krøvini til fráboðan og at gera fleiri royndir koma av, at ein nýggj kunngerð kom í gildi fyri einum ári síðani.

Við útvarpið sigur Kim S. Bergkvist, eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at nýggja kunngerðin varð sett í verk fyri at tryggja, at krøvini til vatnreinsing í Føroyum eru á sama stigi sum í ES londunum.

Í minsta lagi fimm kommunur hava boða frá dálkaðum drekkivatnið seinastu tveir mánaðirnir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109