- Tíðindi, mentan og ítróttur
Døglingur kann fáa avleiðing fyri grind
Døglingur kann fáa avleiðing fyri grind
Jústines Olsen, djóralækni, ávarar um, døglingur, sum nú er komin í grindalógina, kann ávirka rættin at drepa grind
14.08.2015 - 21:01
Nýggja grindalógin loyvir føroyingur at veiða døgling. Tað gørdi gamla grindareglugerðin ikki.
Døglingaveiðan er í ringasta føri brot á altjóða reglugerðina hjá altjóða hvalaveiðistovninum IWC, og kann fáa avleiðingar fyri altjóða rættin hjá føroyingum at drepa grind.
Tað sigur Jústines Olsen, djóralækni, sum fyrr hevur ráðgivið landsstýrinum í hvalaveiðumálum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í eini viðmerking, at hann hevur ráðført seg við embætisverkið, og tey siga, at døglingur kann ikki flokkast sum stórhvalur.
Tí er hann ikki fevndur av reglunum hjá IWC.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV