- Tíðindi, mentan og ítróttur
Standið nú saman um talu- og skrivifrælsið
Standið nú saman um talu- og skrivifrælsið
Eftir atsóknina í París er tað alneyðugt, at myndugleikarnir verja talu- og skrivifrælsið, sigur Øssur Winthereig, nevndarlimur í Føroysk Miðlafólk
08.01.2015 - 19:43
Felagið Føroysk Miðlafólk hava sent samkensluskriv í sambandi við atsóknina á satirublaðið, Charlie Hebdo. Felagið fordømir atsóknina og sigur, at hetta er eitt álop á talu- og skrivifrælsið.
Myndugleikarnir - eisini teir føroysku - mugu nú halda fast og vísa, at teir verja talu- og skrivifrælsið, sigur Øssur Winthereig, nevndarlimur í felagnum, Føroysk Miðlafólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV