- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teinæringur verður seinasti báturin
Teinæringur verður seinasti báturin
Kaj Hammer er av gamlari bátasmiðjaætt og hevur smíðað nógvar bátar, men nú ætlar hann at gevast.
06.10.2014 - 19:52
Tú tekur eitt tons av træi og bátaseymi, og leggur tú tilfarið aftrat lærdómi frá forfedrunum, fært tú ein bát til tjúgu árar. Men søgan um snekkjuna, ið verður smíðað til víkingagarðin í Kvívík, er eisini eitt sindur sorgblíð. Báturin er helst tann seinasti hjá Kaj Hammer, ið eisini gjørdi teinæringin Royð.
Væntandi verður Kaj Hammer liðugur at smíða bátin næsta summar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV