- Tíðindi, mentan og ítróttur
Savnsbitar á internetið
Savnsbitar á internetið
Arbeiðið at talgilda og almannakunngera savnið hjá kringvarpinum er í gongd
29.08.2014 - 21:10
Verkætlanin snýr seg fyrst og fremst um at talgilda alt tilfari í kringvarpssavninum. Men endamálið er eisini, at fólk skulu sleppa fram at tilfarinum, Savnsgull fór í dag undir at leggja gomul útvarpsbrot út á facebooksíðuna, sum tinglimir hava valt.
Fyrstu seks brotini, sum tinglimirnir hava valt út, verða løgd út á facebooksíðuna hjá Savnsgulli, komandi dagarnar.
Hareftir verður eitt brot lagt út um vikuna.
Útvarpssendingin hjá Kringvarpinum Góðan Morgun Føroyar fer í vetur at fylgja arbeiðnum hjá Savnsgulli, og viðgerða forkunnugar søgur, sum koma undan kavi, tá gomlu skjølini og bondini verða talgildað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV