- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 ára gomul bíða enn eftir koyrikorti til prutl
15 ára gomul bíða enn eftir koyrikorti til prutl
22.08.2014 - 09:56
Hóast løgtingið samtykti 19. mai, at 15 ára gomul kunnu fáa koyrikort til prutl, so eru broytingarnar ikki settar í gildi.
Higartil hevur koyrikort ikki verið kravt, men tað er tað nú.
Men treytin fyri nýggju skipanini var, at Akstovan skuldi fáa pening til próvdøming, og fólkaskulin skuldi skipa fyri frálæruni. Men enn er einki av hesum komið í lag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV