- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá menniskja til bølmenni
Frá menniskja til bølmenni
Norski rithøvundurin Åsne Seierstad gevur okkum innlit í, hvør menniskja handan yvirgangsatsóknirnar í Oslo og Utøya er.
25.07.2014 - 18:29
Hvør er Anders Behring Breivik? Tað er spurningurin, sum norski journalisturin Åsne Seierstad setti sær, tá hon fylgdi rættarmálinum um yvirgangsatsóknirnar í Norra fyri trimum árum síðani.
Hon tosaði við hundraðtals fólk, las óteljandi skjøl og úrslitið gjørdist bókin "En av oss - en fortelling om Norge". Bókin gevur okkum innlit í barndómin hjá Anders Behring Breivik og um vælferðarsamfelagið Norra, ið varð skakað av ræðuligu hendingunum 22. juli 2011.
24. juli, gott trý ár eftir hendingina, tosaði Liljan Weihe við rithøvundan um persónin, menniskja og bølmenni Anders Behring Breivik. Tí tað menniskjaliga rúmar eisini tí ónda, sigur Åsne Seierstad.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV