Gylta gullið (3:5)

bannari
Gylta gullið (3:5)
Føroysk sending
17.04.2014 - 21:00

Í røðini verða styttri og longri brot úr føroysku uppsjóvarvinnuni lýst heilt frá byrjanini fyrst í fimti árunum og heilt fram til dagin í dag. Við livandi frásøgnum, hendingum, gomlum filmsbrotum, myndum og eini rúgvu av góðum filmsupptøkum seinastu 15-20 árini. Vit eru við úti á fiskifeltinum, har flestu samrøðurnar verða gjørdar.

Í 3. parti eru vit norðan fyri Føroyar, í norskum og íslendskum sjógvi á silda- og lodnuveiðu við Krúnborg 2001. Ejler Jacobsen sáli, sigur frá sínari spennandi og slógbrótandi tíð í uppisjóvarvinnuni. Beinta H. Jacobsen sigur frá hvussu tað var at vera skipara- og reiðarakona.

Vit møta Tummas Thomsen úr Gøtu, sum byrjaði síðst í 60-unum í uppsjóvarvinnuni. Hann fór longu tá, at fylgja hesu vinnu við filmstólinum. Henrik Old sigur frá, tá hann byrjaði í hesu vinnu í 1967 og hansara 35 árum á sjónum, tey flestu sum skipari. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856