- Tíðindi, mentan og ítróttur
Munandi lægri renta, um landið veðheldur
Munandi lægri renta, um landið veðheldur
Eitt alment veðhald kann lækka rentuna á tunnilsfíggingini millum eitt og trý prosent
07.04.2014 - 19:37
Veðheldur landið fyri lánunum til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, verður rentan millum eitt og trý prosent LÆGRI enn um almenna partafelagið einsamalt skal bera vágan við trygd í tunnlunum.
Tað fekk Rættarnevndin at vita frá umboðum fyri peningastovnarnar, tá hon viðgjørdi tunnilsætlaninar. Uppskotið um at stovna partafelag og at byggja og reka tunnlarnar fær 2. viðgerð í løgtinginum í dag.
Umboð fyri føroysku peningastovnarnar søgdu í Rættarnevndini, at teir hava áhuga at veita fígging, men teir megna tað neyvan einsamallir, og tí má útlendsk fígging eisini til tunnlarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV