- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsgrannskoðarnir kanna roknskapin hjá SSL
Løgtingsgrannskoðarnir kanna roknskapin hjá SSL
Hvat visti landsstýrismaðurin í vinnumálum um fíggjarstøðuna á Strandfaraskipum Landsins, sum kostaði stjóranum á stovninum starvið? Tað vilja løgtingsgrannskoðararnir fegnir vita
29.01.2014 - 12:05
Tað er grannskoðaravirkið Januar, ið grannskoðar framskundaða roknskapin hjá Strandfaraskipum Landsins.
Sambært vinnumálaráðnum, sum eisini umsitur samferðslumál, verður tað arbeiði liðugt mánadagin 10. februar; altso um slakar tvær vikur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV