Avtala um at umvæla Heimið á Sýnini

Avtala um at umvæla Heimið á Sýnini
Neyðugt hevur verið at neglt upp fyri vindeygu, so tey ikki skulu detta úr karminum. Nú kostar umvælingin 31,5 mió.kr.
09.12.2013 - 19:56

Kommunustýrið í Vága kommunu samtykti á eyka kommunustýrisfundi fyrrakvøldið at góðkenna eitt uppskot til eina avtalu um heimið á Sýnini. Og tað sama hevur Sørvágs kommuna sum skilst gjørt.

Avtalan snýr seg sambært Vága kommununi bæði um dagføring, umvæling og bráðfeingis umvæling av heiminum á Sýnini, fígging av hesum arbeiði, avtøku av sjálvsongarstovninum og avhending av ognini til kommunurnar í Vágum.

Avtalan inniber at landið og kommunurnar býta kostnaðin á 31,5 mió. kr. sína millum. Men avtalan inniber eisini, at landið letur kommununum lán, so kommunurnar hava ráð at umvæla heimið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117