Sí myndirnar: Valfepur herjar í Klaksvík

Tað er ikki ov nógv sagt, at valfepur herjar í Klaksvík. 

Kvøldið fyri løgtingsvalið var skipað fyri hópin av tiltøkum kring í býnum. 

Oliver Joensen var og tók valfepurin í Klaksvík. 

 

Myndir: Oliver Joensen

Í Café Fríðu var skipað fyri kvinnupolitiskum kjaki millum kvinnulig valevnir um týdningin av, at kvinnur eisini eru umboðaðar á løgtingi. 

Mimmy Vágsheyg høgrumegin eigur og rekur Café Fríðu í Klaksvík. 

Tað var ikki bara á Café Fríðu, at tað summaði av politiskum kjaki, tí um allan býin vóru politisk tiltøk. 

Finastøðin á Stangavegi 23, sum er gamla Shell-støðin, er umbygt til spennandi samlingsstað í Klaksvík. Har var skipað fyri Fólkaflokscafé. 

Nakrir av trúgvu stuðlunum á Fólkaflokscafé. 

Á Nólsoyar Pálsgøtu var Tjóðveldiscafé. 

Caféin var gott høvi hjá stuðlunum at støkka inn á gólvið og fáa sær ein kaffimunn og okkurt gott afturvið áðrenn stóra valdagin. 

Á einum øðrum stað á Nólsoyar Pálsgøtu var eitt sindur meira futtur í, tí har undirhelt Magni Christiansen á Sambandscaféini. 

Sjálvstýri var savnað í hølum á Nólsoyar Pálsgøtu, har Café Fríða fyrr helt til. 

Meðan rósurnar vóru settar á borðini í Javnaðarcaféini, sum helt til í hølum á Bøgøtu.

Er kopiera