Myndareportasja: Barndómsmyndir eru íblásturin

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Niels Jensen er havnarmaður, og hann hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri 26 árum síðani. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark. 

Myndaevnini í framsýningini eru í stóran mun tikin úr gomlum myndamappum av lívinum heima hjá ommuni Ásu og abbanum Johannes í Brekkugøtu 11 í Havn, sum Niels minnist sum eitt fjálgt stað. 

Abbi Niels, Johannes Johannessen, er eitt av myndaevnunum. 

Niels Jensen hevur altíð havt áhuga fyri kreativum arbeiði. Fyrst var tað tó træarbeiði, ið hugtók hann. 

Heimið hjá Ásu ommuni var eitt lívligt heim, har nógv samlaðust til døgurða hvønn dag í vikuni. Tað var eisini eitt heim, ið var fult av list, sum øll var gjørd av familjuni. 

Langabbi Niels var listamaðurin Kristin í Geil, ommubeiggin var Erling Isholm, og abbasysturin var Birgitte Johannessen (Gigga), ið var fyrsti føroyingurin, sum nam sær listarliga útbúgving.

Ein sjálvsmynd av einum ungum Niels Jensen við einum málningin hjá Kristini í Geil hangandi á bróstinum aftanfyri. 

Amariel Norðoy gjørdist granni hjá foreldrunum hjá Nielsi í Fjalsgøtu, og fryntligi listamaðurin kveikti av álvara áhugan fyri myndlistini í Nielsi.

Niels Jensen á veg oman til málarastovuna í kjallaranum í gamla Discoteq Dallas, har hann sum ungur plagdi at venda plátum.

Niels hevur eisini teknað David Bowie. 

Niels Jensen hevur leitað eftir sínum máta at skapa myndir, og nú heldur hann sjálvur, at hann er á rættari leið við koli og litkriti á krossvið.

Niels Jensen í málarastovuni í kjallaranum á tí, sum fyrr var Discoteq Dallas í miðbýnum í Havn. Nú heldur Fjølsmiðjan hjá ALS til í bygninginum. 

Á framsýningini verða akrylmálingar, umframt kol og pastellmyndir, sum eru teknaðar á krossvið.

Litkrit og kol eru amboðini, ið Niels Jensen skapar sína list við. Hvørt litkritið kostar 40 krónur. 

Hóast myndirnar hjá Nielsi Jensen eru figurativar, so er tað tann abstrakta listin, ið er hansara stóri íblástur.

Serliga Ingolf av Reyni er ein ein stór inspiratiónskelda hjá Nielsi, bæði hansara list, men so sanniliga eisini hansara lív sum leitandi og forvitin listamaður til tað síðsta, er nakað, ið hugtekur Niels. 

Tað skulu nógvar myndir til eina framsýning, sum hana, ið Niels Jensen letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í dag. 

Niels Jensen á veg í Smiðjuna í Lítluvík við myndunum, sum eru partur av hansara "Lívsrensli". 

Í Smiðjuni í Lítluvík mugu listafólkini gera alt sjálvi. 

Tað ræður um at finna røttu plássini til ymisku myndirnar. 

Tað er eins og ein av myndunum heldur eyga við Nielsi, meðan hann heingir hinar myndirnar upp. 

Sjálvt skeltingini mugu listafólkini sjálvi syrgja fyri. 

Eitt síðsta klikk við hønuni, og so er klárt. 

 

Ein still løta oman á alt stríðið við at fáa myndirnar lidnar og oman í Smiðjuna í Lítluvík, áðrenn framsýningin letur upp. 

Er kopiera