- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Nógvur kavi millum Gilja í Hoyvík
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Nógvur vindur, kavi og frost millum Gilja í Hoyvík. Ein kokteylur, ið gjørdi, at nógv mátti blíva innandura, og tey, ið fóru út at koyra, komu ikki langt.
Nógvi vindurin gjørdi, at tað var nærmast útideyðaveður millum Gilja í Hoyvík.
Út á fyrrapartin byrjaðu fólk at royna at rudda eitt sindur av kavanum frammanfyri húsini, men nógvi vindurin gjørdi tað trupult.
Undirkavaðir bilar og kavastormur. Tað gjørdist ikki nógv við einum spaka í millum Gilja í Hoyvík fyrrapartin.
Vindmegin var í miðal millum 20 og 25 metrar um sekundi - í støðum var hon upp í 40 metrar um sekundi. Á Vatnaskørðum og millum Gilja í Hoyvík var nógvur vindur og útideyðaveður.
Heitt hevur í allan dag verið á fólk í Havn, harundir eisini Hoyvík, um ikki at fara út at koyra. Her eru fólk frá kommununi uppi millum Gilja í Hoyvík og royna at rudda.
Tað ráddi um at halda sær fæst í nógva vindinum og jarðrokinum uppi millum Gilja í Hoyvík fyrrapartin.
Nógvur kavi er komin niður í høvuðsstaðanum í dag, eisini millum Gilja í Hoyvík.
|