Sí myndirnar: Floksformenninir á kreppufund

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, hevði kallað Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, og Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum á kreppufund í Tinganesi í dag at umrøða politiska ruðulleikan, ið spurdist burtur úr málinum um sammøður. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkin, hevur fleiri ferðir sagt, at Miðflokkurin fór at slíta samgonguna, um samgongulimir atkvøddu málið um sammøður ígjøgnum løgtingið saman við andstøðuni. Nú er Miðflokkurin og formaður floksins bakkaður í eini roynd at bjarga samgonguni. 

Áhugin fyri kreppufundinum var sjálvandi stórur millum fjølmiðlarnar, tí spurningurin um samgonguni hevur lív lagað ella um val verður útskrivað skal svarast fyrr ella seinni. 

Jenis av Rana, formaður, ætlar ikki at slíta samgonguna sum tað fyrsta. Miðflokkurin er eisini sinnaður at fáa Sjálvstýri upp í samgonguna, so samgongan aftur hevur 17 tinglimir aftanfyri seg, nú Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hevur tikið sín stuðul til samgonguna aftur. 

Hjá Miðflokkin hevur tað vigað tungt, at tað varð gjørd ein avtala millum flokkarnar í samgonguni í sambandi við, at samgonguskjalið varð undirskrivað, at eingin samgongulimur atkvøddi saman við andstøðuni uttan so, at allir samgongulimirnir gjørdu tað. Hendan avtalan varð brotin, tá málið um sammøður var samtykt, tí tá atkvøddu tveir sambandstinglimir og ein fólkaflokstinglimur við andstøðuni. 

Málið um sammøður syndraði Fólkalfokkin á ein hátt, sum ikki er sæddur í nýggjari politiskari søgu. Politiskir viðmerkjarar vilja vera við, at tað, umframt stríðið millum liberala og konservativa veingirnar í flokkinum, eisini liggur eitt stríðsval um formanssessin og ulmar. Her er Jørgen Niclasen komin á fund við løgmann og formannin í Miðflokkinum. 

Miðflokkurin er sinnaður at sleppa ætlanini um at slíta samgonguna, fyri at geva samgonguni møguleikan at finna stevið aftur. Afturfyri, so krevur Miðflokkurin, at tað, ið hendi í málinum um sammøður, ongantíð hendir aftur. Trupulleikin er, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum noktar at vera í samgongu við Jenis av Rana og Miðflokkinum. 

Kreppufundurin í dag varð niðurlangdur við tí fyri eyga at møtast aftur í morgin, men tá skal greiða vera fingin á nøkur mál, segði Bárður á Steig, løgmaður. Hann vildi tó ikki siga nakað um, hvørji ítøkilig mál, ið talan var um. 

Hoyr samrøðuna sum Jón Brian Hvidtfelt gjørdi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, eftir fundin. 

 

Er kopiera