- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir: 2.062 mótmæli móti staðsetingini
Myndir: 2.062 mótmæli móti staðsetingini
Tey, sum mótmæla, vóna, at staðsetingin av nýggju kirkjuni við Sandá verður endurskoðað
13.12.2021 - 13:01
Fyrrapartin fingu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu, handaðar 2.062 undirskriftir móti ætlaðu staðsetingini av nýggju kirkjuni á Argjum við Sandá.
Urd Johannesen, sum var ein stigtakarunum til at savna undirskriftir, sigur seg vóna, at kommunan og kirkjuráðið fara at endurskoða staðsetingina.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at málið verður tikið til viðgerðar í kommununi, og fyrsta dagin verður fundur við kirkjuráðið á Argjum.
Hoyr samrøðu við Urd Johannesen í útvarpstíðindunum.
1496282
Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen, borgarstjóra, her.
1496303
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
|