Myndareportasja: Sjey seinkað sjey minuttir

Sjey minuttir seinkað, klokkan sjey minuttir yvir eitt, fór nýggja útvarpsrásin Sjey í luftina

Tilvild og tvørandi tøkni vildi tað soleiðis, at fyrsta sendingin hjá nýggju útvarpsrásini Sjey kom í luftina sjey minuttir seinni enn ætlað.

Dánial á Dul Jacobsen sat sjálvur við mikrofonina og byrjaði við bøn, meðan Tór Arni Samuelsen stóð fyri tøkniliga partinum. Hetta eru somu fólk, sum í mong ár hava myndað Lindina.

Fyrsta útvarpssendingin á Sjey var eisini móttøka fyri nýggju útvarpsrásini, sum er at hoyra á FM kring alt landið, umframt at tað ber til at stroyma á netinum.

Móttøka og fyrsta sendingin hjá Sjey var í City Church klokkan 13.00 seinnapartin, men tá gerandisdagur er, verður sent úr gomlu Køkubúðini á Niels Winthersgøtu 7 og úr Eysturoynni.
 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera