- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskir politistar til Grønlands

Orsøkin er, at grønlendingar nú aftur fáa vitjan av umboðum fyri Donald Trump forseta. Hesaferð vera tað serligi trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Mike Waltz, og kona varaforsetan, Usha Vance, sum umboða Donald Trump í Grønlandi.
Hvítu húsini hava enn ikki váttað vitjanina, men DR veit at siga, amerikansk trygdarfólk koma til Nuuk longu í dag, og at vitjanin verður longu í vikuni. Og danska Ríkisløgreglan váttar fyri Ekstrablaðnum, at donsku løgreglufólkini fara til Grønlands í sambandi við amerikansku vitjanina.
DR veit eisini at siga, at USA hevur biðið um fund við almenn umboð bæði úr Grønlandi og Danmark, men at bæði Danmark og Grønland hava sýtt fyri at koma á fund við amerikansku umboðini.
Órógvar kommunuvalið
Vivian Motzfeldt, sum er virkandi landsstýrisfólk í sjálvstýris- og uttanríkismálum, váttar fyri Jyllands Posten, at vitjanin verður.
Sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq, so skal Usha Vance til Sisimiut næsta vikuskifti, har hon skal vera áskoðari til stóru árligu hundasletukappinginga, sum verður hildin har. Blaðið veit eisini at siga, at hundasletukappingin í ár hevur fingið stóran fíggjarligan stuðul júst úr USA. Stuðulin er latin gjøgnum amerikanska konsulatið í Nuuk.
Kommunuval er í Grønlandi 1. apríl, og grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, heldur tað vera óhóskandi, at amerikanarar koma á slíka vitjan mitt í valstríðnum.