- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskar fregnartænastur fylgja valstríðnum í Grønlandi

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, og fregnartænastan hjá donsku verjuni, FE, fylgja væl við valstríðnum í Grønlandi, har landstingsval verður 11. mars.
Í dagførdari hóttanarmeting skriva tænasturnar, at spenningurin í Arktis hevur elvt til størri spjaðing av villleiðandi kunning, serliga á sosialum miðlum; og fremmandi lond, m.a. Russland, kunnu nýta støðuna nú til at fremja egin áhugamál við átøkum og herferðum.
PET skrivar, at áðrenn val varð útskrivað í Grønlandi, vóru dømi alment frammi um falskar vangamyndir á sosialum miðlum, -eitt nú vangamyndir, sum skuldu vera danskir og grønlendskir politikarar, sum hjálpa til at kloyva - polarisera - almenna kjakið.
Tiknar úr samanhangi
Dømi eru um, at útsagnir hjá grønlendskum politikarum ella privatfólkum eru tiknar úr sínum samanhagi til at fremja og styrkja ávís sjónarmið.
M.a. var ein følsk vangamynd, sum Mute B. Egede, landsstýrismaður, skuldi eiga.
Og falskar blaðgreinar eru lagdar út, har grønlendska kringvarpið stóð at hava skrivað greinina.
Fleiri serfrøðingar hava mett, at USA, Russland og Kina hava stóran áhuga fyri at ávirka valið.
Breiðir seg skjótt
Masaana Egede, tíðindaleiðari hjá grønlendska miðlinum Sermitsiaq, sigur, at villleiðandi tíðini kunnu breiða seg skjótt í Grønlandi, tí Grønland er eitt facebook-land, sum hann tók til í samrøðu við danska Tv2 fyri viku síðani: