Herdar reglur fyri at skjóta fýrverk

Herdar reglur fyri at skjóta fýrverk
Nú er bert loyvt at skjóta fýverk í avmarkaðum tíðarskeiði, men politiið fer kortini ikki at hava eftirlit
Fýrverk til sølu
Mynd: Myndasavn  
 
29.12.2024 - 17:30

Nýggjársaftan er í ovurmorgin, og í ár eru nýggjar reglur settar í gildi fyri, nær loyvt er at skjóta fýrverk.

Politiið fer tó ikki at hava neyvt eftirlit við hesum, sigur Rúni Vesturklett, vaktleiðari á politistøðini.

 

Ikki loyvt at skjóta fýrverk alt árið

Fýrverkssølan byrjaði í gjár, og um fáar dagar kunnu vit kinda í ársins fyrsta nýggjársfjús. 

Men í ár gongur tað fyri seg á ein eitt sindur øðrvísi hátt enn áður, tí vit fyri fyrstu ferð skulu fylgja nýggju fýrverksreglunum, sum komu í gildið 1. januar í ár.

Nú er bert loyvt at skjóta fýverk í tíðarskeiðnum 31. desember til 2. januar.

Politiið fer tó ikki at hava neyvt eftirlit við hesum. Um tilburðir verða meldaðir, kemur politiið á staðið, og tá kann ein átala ella ein bót verða givin, sigur Rúni Vesturklett.

 

Herd krøv fyri fýrverkssølu

Eisini eru nýggjar reglur fyri fýrverkssølu, sum skulu fylgjast fyri fyrstu ferð í ár. 

Hesum hevur politiið, tilbúgvingarnar í kommununum og arbeiðs- og brunaeftirlitið eftirlit við. 

Síðani fýrverkssølan byrjaði, hevur politiið givið fleiri sølustøðum í miðstaðarøkinum átalur.

Øll hava rættað seg inn eftir reglunum beinanvegin.

Tað snýr seg serliga um reglur um mongd av fýrverki og hvussu fýrverkið verður goymt, sum hevur verið trupult hjá sølustøðunum at fylgja.

 

Les meira um nýggju og herdu krøvini fyri fýrvekssølu í greinini niðanfyri:

Herd krøv fyri fýrverkssølu


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702