Magdeburg: Gerningsmaðurin helst ákærdur fyri fimm dráp

Magdeburg: Gerningsmaðurin helst ákærdur fyri fimm dráp
Fimm fólk eru nú deyð og 205 hava fingið skaða eftir at ein maður koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu á jólatorgi í týska býnum Magdeburg í gjár
Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.12.2024 - 16:25

Maðurin, sum koyrdi ein bil ígjøgnum eina mannamúgvu í týska býnum Magdeburg í gjár, verður helst ákærdur fyri fimm dráp og 205 drápsroyndir. 

Tað segði ein talsmaður fyri ákæruvaldið á tíðindafundi í týska býnum seinnapartin, sambært danska kringvarpinum, DR.

Á tíðindafundinum varð staðfest, at fimm fólk eru deyð í álopinum, sum hevur skakað Týskland. Talan er um fýra vaksin fólk og eitt níggju ára gamalt barn. 205 fingu skaða, og tey fáa viðgerð á 15 sjúkrahúsum í økinum. 

Løgreglan heldur, at gerningsmaðurin, sum kom til Týskland úr Saudiarabia í 2006, var eina um álopið, men enn er ógreitt, hvat motivið var. Hildið verður, at viðferðin av fólki úr Saudiarabia, sum hava biðið um friðskjól í Týsklandi, kann vera ein orsøk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017