Sleppa skjótt at krevja bústaðarskyldu

Sleppa skjótt at krevja bústaðarskyldu
Umhvørvismálaráðið hevur gjørt uppskot, sum gevur kommunum heimild til at leggja bústaðaskyldu á sethús og íbúðir í nýggjum útstykkingum og á kommunalar ognir
Nú fer at bera til at krevja bústaðarskyldu í kommunalum útstykkingum (tilvildarlig mynd).
 
20.12.2024 - 06:29

Kommunurnar sleppa skjótt at krevja bústaðarskyldu, tá tær stykkja út og selja grundstykki. 

Umhvørvismálaráðið hevur gjørt uppskot, sum gevur kommunum heimild til at leggja bústaðaskyldu á sethús og íbúðir í nýggjum útstykkingum og á kommunalar ognir.

Tað er gjørt, sigur Umhvørvismálaráðið, fyri at tryggja, at bústaðir vera brúktir til varandi bústað.

Mett verður, at broytingin fer at kosta landinum milum 200.000 og 400.000 kr. um árið í umsiting.

Landsstýrisfólkið í umhvørvismálum hevur eftirlit við, at lógarásetingin um bústaðarskyldu verður hildin.

Hvussu nógv, tað fer at kosta, veldst um, hvussu nógv kommunurnar fara at brúka heimildina til at áseta bústaðaskyldu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079