Selja “gøtumat” á Bacalao

Selja “gøtumat” á Bacalao
Stendur tað til Súna Christiansen, stigtakara, so skal tað um eitt ár verða møguligt at fáa “gøtumat” í hjallinum í Bacalao.
Súni Christianen, stigtakari, uttan fyri hjallin á Bacalao, sum ætlandi um eitt ár skal vera eitt stað, har fólk kunnu keypa sær “gøtumat”
Mynd: Tórshavnar havn  
 
15.12.2024 - 15:27

“Streetfood” – ella á føroyskum “gøtumatur” - kenna vit fyri tað mesta úr útlondum, men viðhvørt koyra bilar runt í Føroyum, sum selja mat upp á henda mátan.

- Ætlanin er at varðveita hjallin so nær sínum upprunalíki sum gjørligt, men avvarðandi myndugleiki skuldi líka yvirtalast, áðrenn ætlanin kundi leggjast fyri Tórshavnar býráð, sigur Súni Christiansen, ið er stigtakari.

Sjálvur hjallurin er 650 fermetrar til støddar, og ætlanin er at hava 10 ymiskar matbásar við hvør sínum køki, sum skulu kunnað húsast í hjallinum.

Eisini er ætlanin, at har skal vera eitt skeinkistað, ein mentanarpallur og ein uppvaskibásur, tí har skal vanligur borðbúnaður brúkast.

- Talan verður tí um bæði matupplivingarnar og sosiala samveru undir einum taki, sigur Súni Christiansen.

Tó ásannar hann, at nógv skal gerast, áðrenn “gøtumatur” fæst á Bacalao, tí hjallurin har hevur staðið tómur síðstu mongu árini.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Súna Christiansen:

2024-12-15-Suni-Christiansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 2
185232
Týsdag 17. desember
E Elski Førjar 3
185231