Framherji keypir skip fyri Fagraberg

Framherji keypir skip fyri Fagraberg
Serene úr Hetlandi, sum kemur í flotan í 2026, er 19 ár yngri enn Fagraberg
Serene kemur í flotan fyri Framherja i 2026
Mynd: Ivan Reid, Shetland Fisherman  
 
09.12.2024 - 14:37

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene.

Tað skrivar Portalurin.

Skipið skal koma í staðin fyri Fagraberg, sum er bygdur í 1999. Tað verður tó ikki fyrr enn í 2026, at Framherji yvirtekur Serene. 

Tá verður Serene eitt átta ára gamalt skip, 19 ár yngri enn Fagraberg.

Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, sigur við Portalin, at reiðaríið umhugsaði at byggja nýtt skip, men tað bleiv bæði og dýrt og ov drúgt. Tí valdu tey at keypa eitt skip úr Hetlandi, tá reiðaríið, sum eigur skipið, nú byggir nýtt.

Hetlendska reiðaríið fær nýbygningin í 2026, og tá yvirtekur Framherji eisini uppsjóvarskipið Serene.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 2
185232
Týsdag 17. desember
E Elski Førjar 3
185231