Elveitingarlógin komin aftur í Løgtingið

Elveitingarlógin komin aftur í Løgtingið
Uppskotið er tó ikki úr landsstýrinum, men frá trimum andstøðutingfólkum, hvørt úr sínum flokki
Onnur enn SEV eiga at sleppa at selja streym, heldur andstøðan.
 
11.12.2024 - 06:32

Uppskot um elveitingarlóg er komið aftur í løgtingið, ikki úr landsstýrinum, men frá trimum andstøðutingfólkum, hvørt úr sínum flokki.

Tey siga, at í semjuskjalinum um elorku, sum landsstýrismaðurin í orkumálum, kommunurnar og SEV gjørdu 22. mars í 2022 stóð, at ein bólkur við umboðum fyri partarnar skuldi kanna, hvussu ein marknaður í søluliðinum kundi skipast. 

Hesin bólkurin handaði landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum eitt tilmæli tann 15. desember í fjør. 

Tá uppskot um at dagføra elveitingarlógina var sent til hoyringar, var elmarknaðurin í søluliðinum við í uppskotinum.

Har stóð, at el skuldi seljast í heilsølu og smásølu.  

SEV skuldi ikki longur vera einaseljari.

Men hesin parturin var ikki við í uppskotinum, tá tað var lagt fyri løgtingið í mars í ár.

Tá landsstýriskvinnan bleiv spurd, hví so var, svaraði hon, at talan var um eina politiska avkláring. 

Tey, sum nú eru komin við uppskotinum, halda tað hava stóran týdning, at marknaðurin í søluliðinum, sum var partur av semjuskjalinum hjá landsstýrinum, SEV og Kommunufelagnum, kemur í elveitingarlógina.

Tí eru tey komin við uppskotinum, siga tey trý, Helgi Abrahamsen vegna Sambandsflokkin, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vegna Fólkaflokkin og Steffan Klein Poulsen vegna Miðflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791