Avgerð um Watson nú í vikuni

Avgerð um Watson nú í vikuni
Tað hava verjarnir hjá honum fingið at vita frá Løgmálaráðnum
Eftir enn ein rættarfund í Nuuk.
 
10.12.2024 - 06:22

Í hesari vikuni kemur ein avgerð um Paul Watson.

Tað hava verjarnir hjá honum fingið at vita frá Løgmálaráðnum, skrivar Sermitsiaq.

Teir hava fingið at vita, at í seinasta lagi 14 dagar eftir 30. november, kemur avgerðin, um Paul Watson skal latast Japan ella latast leysur.

Hann hevur verið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli.

Hann var tikin í Nuuk 21. juli, tá skip hansara kom hagar at bunkra.

Politiið í Føroyum boðaði grønlendska politinum frá, at Paul Watson kom til Nuuk. 

Hann var tikin sambært handtøkuboðum frá Japan, sum vil hava hann útflýggjaðan og rættarsøktan fyri ein tilburð við Antarktis í 2010. 

2. oktober gav Procesbevillingsnævnet Paul Watson loyvi til at fara í Hægstarætt við avgerðunum hjá Landsrættinum í Grønlandi at staðfesta, at varðhaldið er longt fleiri ferðir.

Men eingin fundur hevur verið í Hægstarætti enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812