- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægstirættur í Rumenia vrakar valúrslitið
Hægstirættur í Rumenia hevur vrakað úrslitið av fyrra umfari av forsetavalinum, sum fyri stuttum var í landinum, skrivar Reuters. Fyrsta valumfar skal haldast umaftur, og stjórnin skal gera av, nær tað verður, sigur grundlógardómstólurin. Seinna umfar skuldi eftir ætlan vera í morgin.
Avgerðin kemur eftir at skjøl, sum fregnartænastan hevur fingið hendur á, vísa, at Russland hevði eina samskipaða ávirkanar-herferð fyri at hjálpa russiskuvinarliga valevninum Calin Georgescu. Løgreglan hevur gjørt húsarannsóknir hjá fleiri fólkum, sum hildið verður, kunnu hava tilknýti til málið. Ákæruvaldið segði í fráboðan, at húsarannsóknir vóru gjørdar 'í sambandi við brotsverk, sum hava samband við valsvik, hvítvaskig og dátubrotsverk'.
Putin-fjeppari
62 ára gamli Georgescu vann fyrra umfarið við 22,9 prosentum av atkvøðunum, og miðhøgra valevnið Elena Valerica Lasconi gjørdist nummar tvey við 19,2 prosentum.
Georgescu, sum er uttanflokkamaður, er bergtikin av russiska forsetanum Vladimir Putin. Georgescu hevur tvíhildið um, at hann fer at steðga rumensku hernaðarstuðlinum til Ukraina.
Rumenia er limur í ES og Nato.
Rindaði ikki fyri valstríðið
Undan valinum var undirtøkan fyri Gerogescu niðri á fimm prosentum, men hann vann fyrra valumfar við 23 prosentum.
Sambært rumenskum fregnartænastuupplýsingum, var Georgescu undir valstríðnum nógv at síggja á TikTok gjøgnum málrættaðar brúkarar, og við at rinda fyri lýsingar.
Men uttanflokkavalevnið hevur sjálvur sagt, at hann ikki hevur rindað eina krónu fyri valstríðið.