Vit klippa á verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum: Kertuglugga

Vit klippa á verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum: Kertuglugga
Ljóðfílurin og Jensina halda, at tað er so hugnaligt og vakurt, at hava ein kertuglugga. Kertugluggin kann gerast allastaðni
Mynd: Jensina Olsen  
 
09.12.2024 - 11:09

Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum.

Her er sera hugnaligt, og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði.

Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.


>>Vegleiðing um, hvussu tú gert jólaprýðið hesuferð, kanst tú heinta niður her. 

 

Kertigluggi

Ljóðfílurin og Jensina halda, at tað er so hugnaligt og vakurt, at hava ein Kertuglugga, so vit hava gjørt ein. Kertugluggin kann gerast í stovuni, kamarinum, skúlastovuni, barnagarðinum vøggustovuni ella á einum arbeiðsplássi.

Fyrst rópti Jensina tað  "Stearinljósvindeygað", men Ljóðfílurin helt, at orðið var nakað langt og bronglut, við heili sjey stavilsum.

Tey vórðu samd um, at 'Kertigluggi' ljóðar betur. Tá eru eisini bert fýra stavilsir. Fýra klapp, um tit siga orðið hart.

 

Vegleiðingin

Tað, ið skal brúkast, stendur í vegleiðingini. Aftrat tí, skalt tú brúka handalag, og minst til, at handalagið verður betur og betur, jú meira vit royna at gera okkurt, og sum tit vita, noyðist tað ikki at verða snórabeint tað heila. Jú meira vit klippa, tekna og líma, betur duga hendurnar næstuferð.

Í dag hava Ljóðfílurin og Jensina gjørt ljós, sum kunnu límast á vindeygað. Tey kalla tað Kertigluggi.

Vilt tú royna at gera ein Kertuglugga? Trýst á leinkið (leinkið) 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050