- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býráðið í Vági skipar seg í kvøld
Nýggja býráðið í Vági ger enn eina roynd at skipa seg á býráðsfundi í kvøld.
Sambært in.fo verður úrslitið av drúgvu, kommunalpolitisku telvingini, at Arni Brattaberg verður nýggjur borgarstjóri í Vági.
In.fo skrivar, at Tjóðveldi og sitandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, sum er farin burtur úr Javnaðarflokkinum, skipa seg í nýggjan meiriluta við tilsamans fimm av níggju býráðslimum.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin enda í minniluta.
Á kommunuvalinum 12. november var Arni Brattaberg fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi.
Í Klaksvík hava Sambandsflokkurin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri skipað býráðsmeiriluta. Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri.
Klaksvíkar býráð skipar seg hóskvøldið
Nývalda býráðið í Klaksvíkar kommunu fer nu eisini at skipa seg.
Jógvan Skorheim, fyrstvaldi í býráðnum, hevur kallað inn til fundin, sum verður í Varpinum hóskvøldið kl. 17.30, skrivar Norðlýsið.
Á skránni fyri fyrsta fundin er millum annað val av borgastjóra, 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra.
Eisini skulu veljast limir í føstu nevndirnar í býráðnum.
Og býráðið fer eisini at taka støðu til, nær fundir vera í 2025.