- Tíðindi, mentan og ítróttur
Assad flýddur úr Sýria
Eftir at uppreistrarherdeildir tóku valdið á høvuðsstaðnum í Sýria í gjárkvøldið, er tað serliga ein maður, sum øll leita eftir: Forsetin í landinum seinastu 24 árini, Bashar al-Assad.
Men eftir øllum at døma veit eingin, hvar forsetin er við vissu.
Rami Abdulrahman, sum er leiðari á sýriska eygleiðarastovuni fyri mannarættindi, stytt Sohr, og hevur eftirlit við støðuni í Sýria úr Bretlandi sigur, at Assad eftir øllum at døma er farin úr Sýria í einum flogfari tíðliga í morgun.
Tíðindastovan Reuters hevur eisini skrivað, vísandi til tveir ónevndar høgar offiserar í herinum, at forsetin er farin úr landinum tíðliga í morgun.
Sambært forsætisráðharranum í Sýria, Mohammad Ghazi al-Jalali, so hevur verið óvist, hvar Bashar al-Assad, forseti, og verjumálaráðharrin í landinum hava verið síðani í gjárkvøldið, skrivar AP.
Í gjár hoyrdist annars frá forsetaskrivstovuni hjá Assad, at forsetin framvegis var í Damaskus, men í morgun frættist so, at hann er farin úr landinum.
Hayat Tahrir al-Sham-rørslan, sum hevur staðið á odda fyri uppreistrinum, verður av ST og USA mett at vera ein yvirgangsfelagsskapur, og sum áður hevur verið sett í sambandi við Al-Qaeda.
Seinastu dagarnar hava uppreistrarmenninir tikið seg skjótt fram, og í gjár tóku teir valdið á fýra býum upp á eitt samdøgur - harímillum Homs, sum er triðstørsti býur í Sýria og ein strategiskt týðandi miðdepil.
Undir hertøkuni av Damaskus hava uppreistrarmenninir latið upp portrini í stóra fongslinum Sednaya, har stjórnin hjá Bashar al-Assad hevur hildið fleiri túsund fólk í varðhaldi, harímillum fleiri politiskar fangar.