- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevði ikki undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, hevur ikki undirtøku í samgonguni, og avgjørdi at taka lógaruppskotið um tillagað starv aftur, beint áðrenn tað skuldi til aðru viðgerð í tinginum í dag.
- Atfinningar hava alla tíðina verið móti broytingini, eisini í samgonguni. Tí taki eg uppskotið aftur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
- Uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk ger stór inntriv í gerandisdagin hjá fólki, og eigur tí ikki at vera partur av einari fíggjarlóg. Málið krevur eina størri viðgerð, sigur Sirið Stenberg:
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at hóast Sirið Stenberg hevur tikið uppskotið um tillagað starv aftur, ávirkar tað ikki fíggjalógina í løtuni.
Men okkurt má gerast við skipanina, sum dýrkar nógv, sigur Ruth Vang: