- Tíðindi, mentan og ítróttur
Altingsvalið: Fimm flokkar komu ikki upp um tinggáttina
Fimm av teimum 11 flokkunum, sum stillaðu upp til altingsvalið leygardagin, komu ikki upp um tinggáttina.
Teirra millum eru tey Vinstru grønu, sum hava verið í ríkisstjórnini í meira enn sjey ár í hesum umfarinum og enntá havt forsætismálaráðharran næstan øll sjey árini.
Flokkurin hevur verið í altinginum síðani hann var stovnaður í 1999.
Hann var størstur í 2009, tá hann fekk 14 tingfólk.
Á valinum nú fekk hann bara 2,3 prosent.
Svandís Svavarsdóttir hevur verið forkvinna í Vinstru grønu seinastu tíðina.
Samfylkingin vann
Sosialdemokratiski flokkurin Samfylkingin vann altingsvalið. Hann fekk 20,8 prosent, næstan dupult so nógv sum í 2021.
Samfylkingin hevur nú 15 tingfólk, níggju fleiri enn hon hevði.
Næststørsti flokkur er Sjálvstæðisflokkurin, sum fekk 19,4 prosent, men hann misti tveir tingsessir.
Í dag fara forfólkini í teimum seks flokkunum, sum nú eru í altinginum, at hitta forsetan, sum eftir at hava tosað við øll, fer at biðja eitt teirra skipa stjórn.