- Tíðindi, mentan og ítróttur
KvF við hondbóltskvinnunum á EM-vøllin
Nú verður tað.
Jana Mittún, Turið Arge Samuelsen, Pernille Brandenborg og hinar føroysku hondbóltskvinnurnar eru til reiðar at traðka út á EM-pallin.
Føroyar skulu aftur spæla við um evropameistaraheitið í hondbólti, og startskotið ljóðar í St. Jakobshalle í Basel fríggjadagin 29. november, har Sveis tekur ímóti.
Tveir dagar seinni verður Kroatia mótstøðulið, áðrenn bólkaspælið endar við dysti ímóti Kristinu Jørgensen, Mie Højlund og hinum donsku stjørnunum úr Danmark týsdagin 3. desember.
Kringvarpið vísir dystirnar hjá Føroyum við rúgvumiklari upptakt og hevur fólk í Basel, sum fylgja væl við liðnum og føroysku viðhaldsfólkunum, sum vera í sveisiska mentanarhøvuðsstaðnum hesar dagarnar.
Sára Jógvansdóttir, Bjarnheðin í Hoyvík, Sjúrður Hildarson Hoydal, Ingi Olsen og Teitur Magnusson manna toymið hjá Kringvarpinum í Basel.
EM-tilfar verður at finna á øllum pallum hjá Kringvarpinum, men alt verður savnað á serligari EM-síðu á kvf.fo, har tú longu nú millum annað kanst læra føroysku spælararnar betur at kenna.