Øll skúlabørn í Føroyum fáa høvi at senda jólakort

Øll skúlabørn í Føroyum fáa høvi at senda jólakort
Heiðrik á Heygum hevur teknað vakra jólakortið.
 
20.11.2024 - 10:53

Allir skúlanæmingar í Føroyum fáa tvey jólakort, brævbjálvar og vegleiðing um at skriva kortini.

Næingarnir fara at brúka fleiri tættir úr undirvísingini so sum at venja hondskrift og at skipa ein tekst.

Tað er somuleiðis ein sannroynd, at tað at skriva og senda brøv er fremmant fyri børn og ung í dag, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærafelag.

Vit skriva jólakort er eitt stórt átak og er eitt samstarv millum Posta, Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag og Jóhan Mortensen, ið eigur góða hugskotið.

Jólakortini verða send í brævbjálva og eru dupult. Tað merkir, at tað er nokk av plássi til at skriva eina ordiliga góða jólaheilsan.

Øll børn úr forskúla til 10. flokk, tilsamans 7.500 børn, fáa høvi at skriva tvey jólakort í part at senda sínum kæru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050