Feðgar finna frið í listini

Feðgar finna frið í listini
At arbeiða kreativt gevur ein heilt serstakan frið, halda listamenninir og feðgarnir Eli og Napoleon Smith. Í dag lata teir upp listaframsýning.
 
08.11.2024 - 10:46

- Eg elski at bíða. 

Orðini eigur Eli Smith, listamaður. Heldur enn at sita við telefonini í hondini, tá Eli Smith bíðar eftir einum og hvørjum, so tekur hann sær pappír og blýant fram og teknar.

Í dag letur hann upp listaframsýning saman við soninum, Napoleon Smith. 

Meðan pápin einamest málar og teknar, ger sonurin umframt tekningar eisini høggmyndir. 

Fyri teir báðar hevur tað kreativa arbeiðið ein heilt serstakan eginleika.

- At arbeiða við list gevur ein ávísan ró. Ein frið, sum tú ikki finnur aðrastaðni, sigur Napoleon Smith, sum í løtuni er í farloyvi sum undirvísari á Glasi. Nú arbeiðir hann við listini burturav.

Í morgunsendingini greiða teir báðir frá listaverkunum, teir gera, um at arbeiða kreativt og um framsýningina, sum er í Gallarí Havnará í Havn næstu dagarnar.

1707252

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017