Danski forsætisráðharrin ynskt Trump til lukku

Danski forsætisráðharrin ynskt Trump til lukku
Vit skulu halda fast við tætta samstarvið millum USA og Danmark, skrivar Mette Frederiksen
Mette Frederiksen, forsætisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.11.2024 - 09:15

Danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevur ynskt Donald Trump til lukku við forsetavalinum í USA. 

Hon skrivar millum annað soleiðis:

"Til lukku, Donald Trump. USA er okkara týdningarmesti samstarvsfelagi. Vit skulu halda fast við tætta samstarvið millum USA og Danmark, og halda á at styrkja bondini tvørtur um Atlantshavið, sum hava verið í fleiri ættarlið."

 

Fleiri partabrøv keypt og seld

Og meðan tey framvegis telja atkvøður í USA, so ávirkar fyribils úrslitið av valinum partabrævamarknaðirnar og fíggjarmarknaðirnar kring heimin.

Marknaðirnir síggja fyri sær, at Trump verður næsti amerikanski forsetin.    

Fleiri partabrøv verða keypt og seld, renturnar hækka, og dollarin er vorðin sterkari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749