Semingsroyndin byrjar í morgin

Semingsroyndin byrjar í morgin
Semingsmaðurin heldur ikki, at tað er so langt millum Fíggjarmálaráðið, KAF og Starvsfelagið, og tí væntar hann, at tað ber til at fáa semju millum partarnar
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
05.11.2024 - 07:56

Í morgin klokkan 9 byrjar semingsroynd millum Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

- Vit hava tosað við báðar partar, og eg vænti, at tað ber til at fáa semju, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Fríggjadagin hevði Semingsstovnurin fund við Starvsfelagið, og í gjár var fundur við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Jaligir fundir

- Tað vóru jaligir fundir, har partarnir løgdu fram síni sjónarmið. Eg haldi ikki, at partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum, men lat okkum nú fáa at síggja, sigur Terje Sigurðsson.

Semingsmaðurin vónar at kunna leggja fram semingsuppskot rímiliga skjótt, sum partarnir so skulu taka støðu til.

Partarnir hava havt seks samráðingarfundir, men 31. oktober slitnaðu samráðingarnar, og Semingsstovnurin varð boðsendur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Mikudag 6. november
Skratsj 30. oktobur 2024
183185
Mikudag 6. november
Góðan morgun Føroyar
183177
Mikudag 6. november
Morgunlestur mikudagur 6. november 2024
183012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008